Vertíðin fyri makrelfiskiskapinum er byrjað, men fiskiskapurin er smáligur.
Í løtuni eru Finnur Fríði og Borgarin á makrelveiðu í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, har fleiri grønlendsk, íslendsk og russisk skip eisini royna
Christian í Grótinum roynir í føroyskum sjógvi, og Jupiter loysti av Klaksvík í dag og hevur sett kós móti makrelfeltinum.
Hóast fleiri skip eru farin á makrelveiðu, so liggja nøkur enn við bryggju.
Gøtunes liggur í dokkini á Skála, Høgaberg liggur í Fuglafirði, Hoyvík, Birita og Fagraberg liggja á Kollafirði meðan Arctic Voyager liggur á Hulki.
Norðborg og Tummas T liggja á Havnini, og Vestmenningur liggur í Vestmanna.
Í Miðvági liggur uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna.
Norðingur hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og hevur nú sett kós móti Føroyum at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald