Seinastu dagarnar hevur nógv kjak stungið seg upp, nú bæði Brimil og Tjaldrið liggja við byrggju hjá Mest í Havn, har tað verður gjørt umfatandi arbeiðið við bæði skipini.
Brimil er til stórt viðlíkahalds- og umvælingarabeiði, og tí skuldi Tjaldið einsamælt røkja uppgávuna sum vaktar- og bjargingarskip, men fyri eini viku síðani fekk skipið, sum er bygt í 1976 maskinskaða, og enn er óvist hvussu umfatandi skaðin er.
Hetta hevur við sær, at tað í løtuni er einki føroyskt vaktar- og bjargingaskip tøkt, og hetta er als ikki nøktandi.
Tjaldrið er bygt í 1976, og er tí 50 ára gamalt. Brimil er tað yngri, og bygdur í 2000, men hevur eisini fleiri ár á baki.
Hava arbeitt við øðrum skipum at avloysa Tjaldrið
Seinastu samgongurnar hava tosað nógv um at seta pening av, at projektera eitt nýtt vaktar- og bjargningarskip, sum skal avloysa Tjaldrið, og nógvar loysnir hava verið uppi at vent.
Eitt nú hevur talan verið um at keypa løgd supplyskip, sum hava verið í oljuvinnuni, av tí at hesi gjørdust sera bílig í oljukreppuni fyri nøkrum árum síðani. Ísland keypti nøkur til at røkja uppgávuna sum vaktar- og bjargingarskip í íslendskum sjóøki, og hendan loysnin hevur eydnast væl.
Leitað hevur eisini verið eftir brúktum vaktarskipum, men hesi eru ikki egnaði til føroysk viðurskiftir.
Og so hevur talan eisini verið um at bygt eitt nýtt skip, at røkja uppgávurnar, sum hevði verið tann besta loysnin, av tí at man so kundi fingið eitt skræddaraseyma skip, sum nøktaði trøvin í føroyskum sjógvi.
Vørn fekk tann 28/8-06 tekningar frá Rolls-Royce í Noregi av einum nýggjum vaktar- og bjargingarskipið, sum er 64,4 metrar langt, 13,6 metrar breitt, og stingur 6,5 metrar. Til samanberingar er Brimil 63,6 metrar langur, 12,6 metrar breiður og stingur 6,9 metrar, so nýggja vaktar- og bjargingarskipið hevði verið á leið sama stødd sum Brimil.
Tekningarnar hava sum kunnugt ligið hjá Vørn seinastu 20 árini, uttan at at man hevur arbeitt miðvíst ímóti hesi loysnini, sum fleiri helst meta hevði verið tann rætta og besta loysnin fyri Vørn og føroyska sjóøkið.
-
Soleiðis sær nýggja vaktar- og bjargingarskipið út sum Vørn hevur havt tekningar av seinastu 20 árini (Mynd: Vørn)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald