Innanlands

Móttøka í Søldarfirði klokkan 11

Navigare Shipping bjóðar til almenna móttøku í Søldarfirði nú fyrsti nýbygningur hjá reiðarínum kemur á Søldarfjørð.

Hav Leiti liggur fyrrapartin á Sundi (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Hav Leiti liggur fyrrapartin á Sundi (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2026-08-29 09:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður ein søgulig løta fyri Navigare Shipping, um í dag hátíðarheldur 60 ára stovningardag og at fyrsti nýbygningur hjá reiðarínum kemur á Søldarfjørð.

Hav Leiti er navnið á nýbygninginum hann er frysti av fýra, sum felagið hevur gjørt sáttmála um at byggja. Hini skipini vera latin seinni í ár og í næsta ár.

Á almennu móttøkuni vera røður og hornorkestur. Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og ábit verður at fáa.

Almenna móttøkan verður í Søldafirði í dag klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder