Innanlands

Vørn og danska verjan samstarva

Eitt danskt sjóverjuskip er í føroyskum sjógvi í løtuni og er tøkt at røkja uppgávurnar fyri Vørn, nú bæði Tjaldrið og Brimil liggja, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, tosaði seinnapartin í gjár við danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, tosaði seinnapartin í gjár við danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus

2026-08-29 16:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, tosaði seinnapartin í gjár við danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus. Teir umrøddu millum annað støðuna, nú bæði føroysku vaktarskipini, Brimil og Tjaldrið, liggja.

Eitt danskt sjóverjuskip er í føroyskum sjógvi í løtuni og er tøkt at røkja uppgávurnar fyri Vørn. Tá ið Tjaldrið fekk maskintrupulleikar, setti Vørn seg beinanvegin í samband við donsku verjuna um støðuna, og nú er avtala gjørd um, at hetta stendur við, til Brimil ella Tjaldrið aftur er klárt at seta í sigling.

– Vit hava eitt gott og væl roynt samstarv við donsku sjóverjuna, sum einaferð enn vísir sítt virði. Tað hevur týdning at hava tætt samband og at kunna hjálpa hvørjum øðrum, tá ið á stendur, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Vørn og danska verjan halda fram at samskifta um støðuna og um møguligan tørv á samstarvi um ítøkiligar uppgávur.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder