Innanlands

Fleiri makrellandingar í Fuglafirði

Fleiri skip hava landað, og skulu landa makrel til Pelagos í Fuglafirði.

Christian í Grótinum og Norðingur aftanfyri (Savnsmynd: Jan Breiðaskarð)

Christian í Grótinum og Norðingur aftanfyri (Savnsmynd: Jan Breiðaskarð)

2026-08-30 18:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Pelagos í Fuglafirði hava tey úr at gera við at virka makrelin, sum skipini fiska í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.

Jupiter hevur landað 200 tons og hevur sett kós móti makrelfeltinum aftur.

Í løtuni landar Chtistian í Grótinum umleið 420 tons til Pelagos, og fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.

Norðingur siglir inn við 190 tonsum, sum skal landast til Pelagos aftaná Christian í Grótinum, og Norðingur fer aftur á makrelveiðu, tá ið liðugt er at landa.

Fiskiskapurin hevur verið smáligur seinastu dagarnar, og nú bleiv tað høgætt á feltinum, og makrelurin bleiv vekk. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder