2026-09-09 08:18
Uppsjóvarskipini Borgarin og Norðingur eru komin inn við makreli, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði.
Borgarin landaði fyrst, og hevði 140 tons, meðan Norðingur hevði 150 tons.
Bæði skipini hava roynt eftir makreli í norskum sjógvi, har flestu skipini royna í løtuni.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald