Innanlands

Norröna fær landstreym í Íslandi

Sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við nýggju skipanini, sum MúlaÞing kommuna hevur fingið í lag í Seyðisfirði.

(Mynd: Smyril Line)

(Mynd: Smyril Line)

2026-09-15 11:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hósdagin í seinastu viku fekk Norröna fyri fyrstu ferð landstreym í Seyðisfirði.

Verkætlanin við landstreymi er gjørd í samstarvi við Múlaþing kommunu, sum hevur staðið fyri arbeiðinum á landi. Føroyska fyritøkan ETV hevur sniðgivið og staðið fyri installatiónini av landstreymsloysnini umborð á Norrönu. 

Bæði Eyðun Hansen, stjóri á ETV, og Heðin Mortensen, maskinstjóri umborð á Norrönu, vóru í Seyðisfirði, tá skipanin varð tikin í nýtslu, og lata báðir sera væl at, skrivar Smyril Line í tíðindaskrivi. 

Landstreymurin ger tað møguligt hjá Norrönu at sløkkja hjálpimotorarnar, meðan hon liggur við bryggju. Við longu liggitíðini í Seyðisfirði verður mett, at hetta sparir 7-8 tons av olju um vikuna. Tað svarar til eina minking í CO₂-útlátinum á umleið 22-26 tons um vikuna.

Samstundis minkar luft- og ljóðdálkingin munandi, tí motorlarmur, ristingar og ávís útlát hvørva, tá hjálpimotorarnir verða sløktir. Hetta gevur betri umstøður bæði umborð og hjá fólki, sum búgva og arbeiða nærindis havnini.

- Verkætlanin vísir, hvat kann røkkast, tá myndugleikar, havn, reiðarí og veitarar arbeiða saman um ítøkiligar loysnir. Vit á Smyril Line eru sera takksom fyri góða samstarvið við Múlaþing kommunu og ETV, sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line.

Landstreymur er partur av arbeiðinum hjá Smyril Line at minka um umhvørvisárinið frá virkseminum og menna burðardyggan sjóvegis flutning í Norðuratlantshavi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder