Innanlands

Eg ætlaði mær aldrin til sjós aftur

Fyrsta túrin var Bjartur so ringur av sjóverki, at hann lovaði, at hann ongantíð fór til sjós aftur. Men havið kallar, og nú er hann aftur sjómaður eftir eina tíð á landi.

2026-09-19 07:33 Author image
Danjal av Rana
placeholder

23 ára gamli Bjartur Mats Brisenfeldt siglir við frystilínuskipinum Stapin.

- Hvar fiska tit: Beint nú fiska vit undir Føroyum, og vit fiska á Munkagrunninum. Her er ein góð blanding av longu, toski, brosmu og hýsu. Og støddin á fiskinum er øgiliga góð, sigur hann.

Tað var í eini summarferiu, meðan hann gekk á Glasi, at hann valdi at fara sín fyrsta túr.

- Mær dámar væl at arbeiða hart, og tað virkaði spennandi at vera vekk leingi og fiska. Eg ringdi til nakrar skiparar og fekk kjans umborð á Kvikk, greiðir hann frá.

[object Object]

Og hart arbeiði er tað so heilt víst, greiðir Bjartur Mats Brisenfeldt frá.

- Tað er sera hart arbeiði umborð. Vit arbeiða í átta tímar og hava so frí í átta tímar, hvønn dag í seks vikur. Eg havi bara siglt við línu, og teir flestu línubátarnir í Føroyum eru eitt sindur eldri, so umstøðurnar eru ikki fult so góðar sum á nýggju trolarunum. Men mær dámar tað sera væl.

[object Object]

Hann greiðir frá, at hann bleiv væl móttikin umborð, men at byrjanin var nokk so hørð.

- Tað er sera strævið í byrjanini, tí tú skalt læra alt, og upplæringin er ikki altíð so pedagogiskt. Man blívur skeldaður ofta, men tað velst nokk eisini um, hvørjum skipi man er við, Her á Stapanum er einki rópari og manningin er øgiliga dugnalig og fitt. Tíðin umborð er sera góð og lærurík og man fær góða disiplin, sigur hann.

Byrjanin var kortini hørð, og fyrstu tíðina lá nokk ikki í kortunum, at hetta fór at gerast eitt langt ævintýr á sjónum.

- Eg var sera ringur í sjóverki í fyrstuni. Eg ætlaði mær aldrin til sjós aftur. Men eg bleiv biðin um at koma ein túr afturat beinanvegin og nú eri eg sloppin frá sjóverkinum.

[object Object]

[object Object]

Bjartur Mats Brisenfeldt sigldi í tvey ár, aftaná at hann var liðugur á Glasi, men valdi so at fara í land.

- Tað er eingin loyna, at man missir nógv har heima, tá man er burtur ein stóran part av árinum. Aftaná at hava siglt í tvey ár fór eg at arbeiða sum alari. Tá legði eg til merkis, at mær dámar ikki, bara at hava frí seks vikur um árið og annars hava so lítla frítíð í gerandisdegnum. Man arbeiðir sera nógv sum alari eisini, so nú var kortini ikki so nógv tíð til damuna, familju og vinir. So eg valdi at fara til sjós aftur, og tað eri eg glaður fyri. Nú nái eg at vera saman við øllum, tá eg eri heima, greiðir hann frá.

[object Object]

[object Object]

Bjartur Mats Brisenfeldt heldur, at nógv meiri dentur eigur at verða lagdur á sjóvinnuna í skúlanum.

- Tá eg gekk í skúla, fingu vit bara at vita um størv á landi og at ein má lesa víðari. Tað bleiv ongantíð fortalt um, hvussu tað er at vera sjómaður, og hvørjar fyrimunir, tað hevur. Tað verður ofta tosað um, hvussu hart tað er at vera umborð, og hvussu nógv man missir, men eg haldi, at ein heldur skal hyggja at øllum tí góða umborð, tí har eru nógvar sera stuttligar løtur, og man verður góður við teir, sum man arbeiðir saman við, tí man er so nógv saman, sigur Bjartur Mats Brisenfeldt.

[object Object]


--

Fleiri greinar í røðini

Jákup Idarsson Beck: Tað ringasta er ein blankur húkur

Johan Martinussen: Ein finnur út av, hvat ein er gjørdur av

Elias Lamhauge: Einki stress undir Íslandi

Eyðun Beder Jónsson: Mær leingist at sleppa umborð aftur

Zakarias Ridao Wang: Landið er bygt á sjómenn

Bartal K. Hansen: Vónar at fáa fastan kjans

Dina á Fløghamri: Ein túrur bleiv til trý ár

Andreas Winther Klit: Dreymurin er at føra trolara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder