Innanlands

Gøtunes komið á Runavík við Arnarfell

Gøtunes hevur sleipað farmaskipið til lands eftir at tað fekk maskinbrek í gjár.

(Mynd: Sámal Jákup Gøte)

(Mynd: Sámal Jákup Gøte)

2026-09-20 22:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur síðan í nátt sleipað farmaskipið Arnarfell hjá Samskip og fyri løtu síðan komu tey á Skálafjørðin.

Samson og Pressarin hjá Mest eru eisini og hjálpa til at leggja at.

Arnarfell fekk maskinrek í gjár, tá tað var statt ein landsynning úr Føroyum.

Sambært eyp.fo, var Arnarfell 72 sjómíl eystur úr Akrabyrgi, tá farið var undir sleipið.

Føroysku vaktar- og bjargingarskipini, Brimil og Tjaldrið, eru ikki tøk í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder