Seinastu tíðina hava fleiri uppsjóvarskip verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verði hampiligur, men í løtuni er fiskiskapurin sera smáligur.
Uppsjóvarskipini Borgarin, Norðingur, Fagraberg, Vestmenningur, Vesturbúgvin, Katrin Jóhanna, Hoyvík og Tummas T eru øll á makrelveiðu í løtuni.
Hini uppsjóvarskipini eru farin aftur til Føroyar at liggja av tí at kvotan nú er fiskað, og bíða nú eftir at fiskiskapurin eftir svartkjafti byrjar seinni í heyst.
Sambært fiskivinnuavtaluni millum føroyar og Noregi, so skal øll veiðan, sum er fiskað í norskum sjóvi, bjóðast út á Sildelaget og tí eru fleiri skipið farin til Noregs at landa veiðuna, av tí at norðmenn bjóða besta prísin.
Prísirnir hava ligið omanfyri 30 krónur kilo, og støddin hevur verið um 500 gramm í miðal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald