Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur gjørt av, at hækka hámarkið hjá hvørjum útróðrarbáti í bólki 5 í fiskiskapinum á Føroyabanka við fýra døgum fyri tað, sum er eftir av árinum.
Hámarkið fyri hvønn bátin verður sostatt 8 dagar.
Broytingin fær gildi frá í dag, 24. september.
Fiskimálaráðið grundgevur avgerðina soleiðis:
Eftir kunngerðini fyri Føroyabanka í 2026 kann landsstýrismaðurin við almennari fráboðan hækka ella taka burtur hámarkið fyri fiskidagar hjá hvørjum fiskifari, um líkindi eru fyri, at felags fiskidagarnir hjá bátunum í bólki 5 ikki verða brúktir.
Higartil eru 56 av teimum 90 fiskidøgunum brúktir.
Nú so langt er liðið út á árið, verður mett, at líkindi eru fyri, at allir fiskidagarnir hjá bátunum í bólki 5 á Føroyabanka ikki fara at verða brúktir.
Tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at hækka hámarkið hjá hvørjum báti við fýra døgum. Hámarkið hevur verið fýra dagar fyri hvønn bátin, og tað er sostatt broytt til átta dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald