Uttanlands

Vánaligur makrelfiskiskapur í norskum sjógvi: Flestu skipini koma heim

Vestmenningur er givin við makrelfiskiskapinum, og kemur nú aftur til Føroyar.

Vestmenningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Vestmenningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-09-25 12:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina hava føroysk uppsjóvarskip verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, men fiskiskapurin er so vánaligur í løtuni, at flestu skipini eru givin við fiskiskapinum.

Eitt av skipunum, sum hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi er Vestmenningur úr Vestmanna, og skipið kemur nú heim aftur til Føroyar.

- Vit hava verið og leitað eftir makreli í norskum sjógvi, og hava leitað í tríggjar dagar, men har er einki at síggja so avgerðin er tikin um at koma heim, sigur Bjarni í Skálum, skipari.

Katrin Jóhanna, Vesturbúgvin, Hoyvík og Vestmenningur eru øll ávegis heim, meðan Borgarin, Norðingur og Fagraberg framvegis eru á feltinum í norskum sjógvi og leita eftir makreli.

Borgarin og Norðingur hava umleið 600 tons eftir í part av kvotuni, men vit ikki vita hvussu nógv Fagraberg hevur eftir av sínari kvotu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder