Mikukvøldið kom ein gamal kenningur siglandi inn á Skálafjørðin – grønlendski útróðrarbáturin Anguteeraq. Anguteeraq er av slagnum AWI 39, ið varð bygdur hjá AWI Boats í Runavík í 2024.
Anguteeraq varð bygdur til Grønlands, har hann hevur fiskað tosk og svartkalva. Fyrr í ár rendi báturin á eitt ísfjall og fekk stóran skaða oman fyri vatngangin. Tí er hann nú komin aftur til Føroya til umvælingar.
Afturat góðu og sterku konstruktiónini, sum gjørdi, at Anguterraq kundi sigla víðari eftir samanstoytin, er glasfiburbáturin eisini útgjørdur við einum Volvo Penta motori, síðuskrúvu og fiskireiðskapi frá Oilwind og radioútgerð frá Radiobúðini.
Umvælingararbeiði fer væntandi at taka tveir mánaðir, tá fer báturin aftur til Ilulissat, skriva Awi Boats á heimasíðuni.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald