Innanlands

Bakkafrost fingið loyvi til aling á Hvalbiarfirði

Bakkafrost fer at hava aling á nýggjum aliøki

2019-06-12 12:17 Author image
Ari av Rana

Við ískoyti til aliloyvið á Trongisvágsfirði, fekk P/F Bakkafrost farming í gjár loyvi at hava aling á Hvalbiarfirði, á nýggja aliøkinum A-23. Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá á heimasíðuni.

Smbrt. fylgiskjal 1 til kunngerðina um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, er Hvalbiarfjørður fevndur av alifjørðinum Trongisvágsfjørður.

Á myndini síggjast økini, sum eru fevnd av alifjørðinum.

[object Object]

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan/Kortal.fo)