2026-09-27 14:32
Seinastu dagarnar hava tvey skip verið inni og landa svartkjaft í Føroyum.
Á Tvøroyri landaði Finnur Fríði í gjár 500 tons av svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi, til matna hjá Varðanum Pelagic.
Finnur Fríði er nú farin á Søldarfjørð, har teir skulu bíða til fiskiskapurin verður betri.
Í Fuglafirði landaði grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq 600 tons av svartkjafti til ídnað hjá Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald