Í gjár gjørdist tað alment at eitt nýtt uppsjóvarreiðarí hevur sæð dagsins ljós, og at felagið hevur keypt eitt uppsjóvarskip úr Íslandi, sum hevur fingið heimstað í Vági, og navnið Ísborg.
Talan er um felagið Ango í Vági, sum átti eitt uppsjóvarskip við sama navnið, sum bleiv selt til Marokko fyrr í ár, hinir eigararnir er felagið Sp/f 07.05.2026, sum áttu helvtina av felagnum Kinnfelli. Saman hava hesi feløgini stovnað eitt nýtt felag við navninum Ango.
Upprunaliga skuldi reiðaríið Gráastein, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu, eisini vera í samanleggingini, men hetta felagið valdi at taka seg úr samstarvinum fyri tíð síðani, og heldur fram fyri seg sjálvt við uppsjóvarskipinum Biritu.
Við samanleggini hava eigararnir á nýggja reiðarínum Ango, sum nú eigur uppsjóvarskipið Ísborg, tryggjað sær eitt enn sterkari grundarlag enn teir høvdu áðrenn. Hetta tí kvoturnar nú eru størri enn eigararnir høvdu áður, og tí er keypiorkan eisini løgd í eitt nýggjari skip, sum við sínum umleið 72 metrum í longd og 15 metrum í breidd, lastar góð 2000 tons. Ísborg er bygd í Noregi í 2008.
Eigararnir eru Birgir Andreasen, Heri Godtfred og John Mikkjal Godtfred, sum áttu Ango, og síðani Árni og Hjarnar Dalsgaard, sum áttu helvtina av Kinnfelli.
Hetta seinna felagið fór í tvíningar fyrr í ár, har brøðurnir Árni og Hjarnar fingu helvtina av kvotunum, sum vóru knýttar at felagnum í sín part, meðan skipið Katrin Jóhanna og hin helvtin av kvotunum fór við Tummas Henriksen, sum var reiðari í Kinnfelli.
Kvoturnar lækkaðu nógv í 2026
Tá ið tað gjørdist greitt at kvoturnar eftir makreli, sild og svartkjafti fóru at lækka munandi í ár, byrjaði prátið um samanleggin í vinnuni. Ikki bara hjá hesum báðum reiðarínum, men fleiri av minni aktørunum fingið sama hugskot.
Tó eru tað higartil bara tveir, sum hava valt at gera hugskot til veruleika, felagið Ango.
Tá ið tað gjørdist alment at talan var um samanlegging av tveimum lítlum aktørum, fingu báðir partarnir sama spuring frá fleiri miðlum, og hann var hví teir ikki bara seldu kvoturnar, sum teir áttu heleur enn at leggja saman, men her gjørdu eigararnir á nýggja felagnum greitt, at tað ynsktu teir ikki, og heldur enn at selja, so skuldi ein loysn finnast soleiðis at partarnir kundu halda fram í vinnuni.
Spurningurin kom eftir at felagið Hvalnes í Klaksvík hevði gjørt avtalu um keyp av uppsjóvarskipinum Jupiter við kvotum fyri knappar 270 milliónir krónur.
Ísborg, sum er navnið á skipinum, sum felagið Ango hevur keypt liggur í løtuni í Skagen, har tað bleiv yvirtikið í gjár.
Skipið skal umbyggjast, so tað er møguligt at pumpa fiskin aftur frá hekkuni á skipinum heldur enn á síðuni.
Umframt hesa dagføringina, skal eisini okkurt annað smátt gerast við skipið áðrenn tað kemur til Føroyar um nakrar vikur.
Skipið hevur eina kvotu á 7.000 tons av svartkjafti, sum er eftir at fiska í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald