Innanlands

Vóna at nýggja vaktar- og bjargingarskipið er klárt í 2030

Fýra milliónir eru settar av til nýggja Tjaldrið á fíggjarlógini fyri 2027.

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

2026-10-01 14:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027, sum varð lagt fram í gjár, verða 4 milliónir krónur settar av til at projektera nýtt vaktar- og bjargingarskip, sum skal loysa 50 ára gamla Tjaldrið av.

- Endamálið er at tryggja Føroyum eina tíðarhóskandi tilbúgving og fiskiveiðieftirlit, sum kann røkja tær uppgávur og skyldur, sum Føroyar hava á sjónum, eisini í altjóða høpi. Harumframt er nýtt skip ein fortreyt fyri at styrkja føroysku olju- og umhvørvistilbúgvingina og stytta um responstíðina til bjargingar, skrivar Uttanríkis og fiskimálaráðið á heimasíðu síni í dag, tó uttan at nevna, at hvørki av núverandi vaktarskipunum, Brimil ella Tjaldrið, í løtuni er ført fyri at røkja sínar uppgávur, tí tey liggja svínabundin við bryggju við tekniskum brekum.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið sigur, at arbeitt verður við at fáa til vega nýtt vaktar- og bjargingarskip komandi árini, og vónin er at nýtt skip verður klárt í 2030.

Samlaði byggikostnaðurin fyri eitt skip í hesum klassanum er mettur til millum 300 og 400 milliónir krónur.

Føroyska sjóøkið røkkur 400 fjórðingar úr enda í annan, og dagliga eru í miðal omanfyri 100 skip í føroyskum sjógvi. Skipaferðslan er vaksin, og krøvini til bjarging, eftirlit og tilbúgving eru størri enn nakrantíð áður.

Broytta trygdar- og verjupolitiska støðan í Norðuratlantshavi hevur við sær, at okkara øki fær vaksandi ans í strategiskum høpi. Eitt nýtt vaktar- og bjargingarskip fer at geva Føroyum betri møguleikar at luttaka í felags venjingum, verja sjókaðalar o.a. undirstøðukervi á botni og røkja logistiskar uppgávur í samstarvi við grannalond og sameind, skrivar Uttanríkis- og fiskimálaráðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder