Í dag klokkan 13.30 bjóðaði reiðaríið Thor til móttøku í nýggju høvuðsskrivstovu teirra á Óðinshædd 8 í Havn.
Har hevur Thor bygt stóran og glæsiligan bygning, sum skal rúma meginpartinum av virksemi teirra.
Bygningurin er í trimum hæddum, sum er 500 fermetrar hvør.
Í kjallaranum er goymsla, á miðhæddini leiðar teldufyritøkan Stýr og ovast er skrivstovan hjá Thor.
Alt arbeiðið í samband við frálandavinnuna og øll fíggjarstýring hjá reiðarínum verður á skrivstovuni.
Praktiska umsitingin av teirra fiskiflotan verður framvegis á Oyri.
Í matarhøllini bjóðaði stjórin, Hans Andrias Kelduberg, vælkomin. Síðani greiddi hann frá arbeiðinum í samband við byggingina av nýggju skrivstovuna. Hann fegnaðist um ein nýggja, stóran og nútíðar bygning, sum samstundis hevur nakað av besta útsýni í Tórshavn.
Aftaná sang Tórshavnar manskór tríggjar sangir.
Reiðaríið bjóðaði munnbitar og drekka. Væl av fólkið var til móttøkuna.
Føroyska sjómansmissiónin var bjóða við. Hon ynskir Thor tillukku við bygninginum og Guds signing við reiðarínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald