Innanlands

Svartkjaftur kann ikki longur brúkast sum alifóður

Fiskiskapurin hevur mist MSC-góðkenningina tí strandarlondini ikki eru samd um býtið.

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-10-05 13:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svartkjaftur kann ikki longur kann brúkast til alifóður. Fiskiskapurin hevur mist MSC-góðkenningina sum burðardyggur fiskiskapur, tí strandarlondini eru ikki samd um fiskiskapin. Tey gera ikki, sum ICES mælir til. Tað visti FM1 at siga í tíðindunum á middegi.

Tað er ikki tó tí, at stovnurin er illa fyri. Góðkenningin fellur burtur í dag.

Men einasti fóðurframleiðarin i Føroyum, Havsbrún í Fuglafirði, verður ikki raktur av vantandi góðkenningini beinananvegin, tí virkið í eina tíð hevur goymt mjøl, gjørt úr øðrum fiskasløgum, til laksafóðurframleiðsluna.

Virkir. sum framleiða fóður, arbeiðas víðari fyri at finna eina loysn á trupulleikanum, men tað lann taka nakað av tíð verður mett, sambært FM1-tíðindunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder