Samtakið Varðin hevur nógv jørn í eldinum samstundis, og hevur millum annað tveir frystitrolarar í ger í løtuni, sum verða handaðir reiðarínum seinni í ár.
Ein trolari verður bygdur hjá Mest her í Føroyum, og fær hesin trolarin navnið Dunga Jákup, og verður hann handaður Varðanum síðst í mánaðinum.
Hin frystitrolarin er Sjúrður Tollaksson, sum verður bygdur á Karstensens Skipasmiðjuni í Skagen, og gongst sum ætlað, verður hesin yvirtikin síðst í hesum árinum.
Eftir ætlan skuldi trolarin handast Varðanum í summar, men ymsar seinkingar hava gjørt at hetta er útsett nakað.
Talan er um eitt systurskip til Lerk, sum reiðaríið Framherji letur byggja á somu skipasmiðju í løtuni, og sum verður handaður Framherja tríggjar mánaðir aftaná, at Varðin yvirtekur Sjúrð Tollaksson.
Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Tey koma at hava møguleika at trola við tveimum trolum ella einum troli. Tað er gjørt nógv burturúr at fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur.
Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku. Møguleiki er fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð. Lastin kann sostatt brúkast antin sum frystilast ella til køling.
Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands. Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø.
Hugsað er eisini um umhvørvið – skipini eru sniðgivin so tey hava so lítla ávirkan á umhvørvið sum møguligt og harvið veiða burðardygt. Tey hava lutfalsliga stór skrúvubløð og snúningstalið á skrúvuni er lágt. Skipini lúka øll nútímans krøv til útlát og larm.
Manningin fær allar nútímans hentleikar. Nýggju tíðirnar stilla størri krøv til manningarviðurskiftini og hesi verða uppfylt við hesum nýbygningum.
Kostnaðurin fyri Sjúrð Tollaksson liggur um 180 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald