2026-10-06 08:53
Frystilínuskipið Stapin fór í gjár aftur til fiskiskap eftir at hava verið á beding í Noregi seinastu vikurnar.
Eitt nú er dekkið á verksmiðjuni vatnblást, plátur skiftar og so er alt málað. Dragiholið er sandblást og málað, umframt nógv annað er gjørt við skipið.
Báðir ljósmotorarnir skuldu yvirhálast, men ístaðin vóru teir skiftir. Harafturat er alt skipið málað og annað viðlíkahald gjørt. Tí hevur arbeiðið tikið umleið tvær vikur longrið enn upprunaliga ætlað.
Stapin fer nú at royna undir Føroyum í nakrar dagar, og síðani verður kósin sett móti Flemmish Kap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald