2026-10-06 20:58
Uppsjóvarskipið Høgaberg kom í morgun til Skagen, har skipið skal í dokk.
- Talan er um vanligt eftirlit, sum man ger tá ið talan er um so nýggj skip, soleiðis at alt kemur undir garanti, um nakað skuldi verið, sigur Anfinnur Olsen, reiðari.
Reiðarin visti ikki heilt hvussu leingi arbeiði tekur, men tað er eingin hastur at fáa skipið heim, av tí at kvoturnar ikki eru so høgar í ár, og lítið er eftir at fiska.
Talan er um gott tvey ára eftirlit, sum Høgaberg er til í Skagen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald