Í kanningini hava granskarar hjá Firum kannað krúnulívæðrarnar hjá alilaksi á fýra føroyskum alistøðum, tað vil siga æðrarnar, sum veita hjartavøddanum súrevni og føðsluevni.
Úrslitini vísa, at skjótari vøkstur hongur saman við meira æðrakálking í hesum æðrum. Æðrakálkingin ger æðrarnar trongri og kann tí minka um blóðveitingina til hjartað. Hetta kann avmarka førleikan hjá hjartanum at arbeiða nóg væl, serliga tá ið fiskurin verður strongdur og hjartað skal arbeiða eyka hart.
Úrslitini benda sostatt á, at tað kann vera neyðugt at finna eina javnvág millum skjótan vøkstur og góða hjartaheilsu.
Greinin er útgivin í altjóða vísindaliga tíðarritinum Aquaculture og er skrivað av Heidi S. Mortensen, PhD lesandi á Firum, saman við føroyskum og útlendskum samstarvsfeløgum. Granskingin er partur av PhD-verkætlanini hjá Heidi S. Mortensen, sum er stuðlað av Firum, Granskingarráðnum, og Danmarks Innovationsfond.
Meira er at lesa á heimasíðuni hjá Firum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald