Seinastu árini hevur línubáturin Fiskivarði staðið á sølulista, og nú er línubáturin loksins seldur.
- Vit hava keypt Fiskivarða, sum nú hevur fingið navnið Dalsenni og heimstað í Haraldssundi, sigur Ólavur Nybo, sum er reiðari og ein av eigarunum.
Ólavur sigur at teir hava arbeitt við at keypa Fiskivarði í eina tíð, og gongst sum ætlað so verður línubáturin yvirtikin um fáar dagar.
- Vit fara at skriva undir tey endaligu skjølini í morgin, og síðani yvirtaka vit bátin. Vit eru fleiri eigarar, so eg ynski ikki at upplýsa hvat báturin er keyptur fyri, sigur Ólavur Nybo, brosandi tá ið vit spyrja hann.
Dalsenni er bygdur í Íslandi í 2002, og var upprunaliga bygdur sum trolbátur, men bleiv umbygdur til línubát í Klaksvík í 2017
Tað var Kjartan Joenen í Leirvík, sum lat bátin byggja, sum fekk upprunanavnið Norðleivur.
Seinni bleiv skipið selt til Sørvág, har tað fekk navnið Dragasund. Seinni broyttist heimstaðurin til Tórshavn, men báturin helt fram við navninum Dragasund til hann bleiv seldur aftur og fekk nanvið Fiskivarði.
Vit spurdu reiðaran, hvat tað er, sum ger tað møguligt, at teir kunnu byrja uppá eina slíka verkætlan, og her svarar reiðarin, at tað er viljin, sum drívur verkið.
- Tað er sera umráðandi at hava fólk sum tíma, og hjá okkum hava vit Jóanes, sum er sonur mín og sum verður skipari og svágurin hjá mær Mortan, sum tíma at dríva hesa nýggju verkætlanina, so tá ið tú hevur ein skipara og stýrimann, sum tíma, so skal tað nokk bera til, sigur Ólavur.
Seinastu dagarnar hevur Dalsenni ligið í Haraldssuni, men av tí at veðrið nú gerst so vánaligt hava nýggju eigararnir valt at fara á Klaksvík at liggja til báturin fer royndartúr, og síðani í vinnu.
Dalsenni er í góðum standi, og hevur úst verið á beding í Havn, har skipið er klassað, og annað viðlíkahald er gjørt við línubátin í sambandi við at nýggir eigarar skuldu yvirtaka bátin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald