2026-10-15 12:26
Vestmenningar og hvalbingar hava keypt uppsjóvarskipið Biritu. Heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum skrivar, at Gráastein Sp/f hevur selt skipið, og at keypsprísurin er millum 250 og 300 milliónir.
Keypararnir eru eitt felag aftanfyri uppsjóvarskipið Vestmenning, sum fer at eiga 40 prosent og eitt felag hjá Arctic Voyager sum fer at eiga 60 prosent.
Birita varð keypt úr Noreg í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald