Smyril Line hevur nú yvirtikið bæði farmaskipini, sum reiðaríið hevur latið byggja í Kina.
Fyrsta skipið, Skipanes, bleiv yvirtikið síðst í august, men ávegis heim til Føroya kom eldur í maskinrúmið, og skipið mátti aftur til bryggju í Kina at umvæla skaðan.
Eingin fólkaskaði hendi tá ið eldurin kyknaði í maskinrúminum.
Nú er seinna skipið yvirtikið, og eisini her hava trupulleikar verið við skipinum, sum fekk trupulleikar á royndartúrinum. Hetta er nú umvælt, og skipið er komið í føroyska flotan.
Akranes setur kós móti Føroyum fyrsta dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald