2026-10-17 17:08
Hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri fyrireika tey seg til, at tvey útlendsk uppsjóvarskip skulu koma inn at landa makrel.
Danska uppsjóvarskipið Beinur skal landa 450 tons av makreli, og síðani skal hetlendska uppsjóvarskipið Sheanne landa 500 tons av makreli til Varðan Pelagic.
Beinur er longu komin á Tvøroyri, og Sheanne er ávegis.
Skipini hava verið á makrelveiðu í ES sjógvi hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald