Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna, sum setti kós móti Noregi sunnukvøldið, er nú strikað úr føroyska flotanum.
Talan er um norksa reiðaríið Harjon AS, sum hevur keypt skipið, sum nú skal avloysa uppsjóvarskipið Harald Johan.
Keypsprísurin fyri Katrin Jóhonnu er 30 milliónir krónur tilsamans.
Tað hevur verið leingið ávegis at eigararnir aftanfyri Katrin Jóhonnu skuldu selja skipið av landinum, men reiðaríið ynskti at skipið skuldi fiska makrelkvotuna áðrenn skipið bleiv selt.
Eigararnir aftanfyri Katrin Jóhonnu kanna nú møguleikarnar við einum avloysaraskipið fyri Katrin Jóhonnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald