Innanlands

Samd um mest loyvdu veiðu - hittast aftur um býtið

Strandarlondini hava seinastu vikurnar havt samráðingar í London um uppsjóvarfisk.

2026-10-23 14:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinastu vikurnar hava drúgvar strandarlandasamráðingar verið á skrá í London um uppsjóvarfisk.

Strandarlondini eru samd um at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2027 fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft, skrivar Fiskimálaráðið. Strandarlondini vórðu samd um at fylgja ráðgevingini frá ICES, ið var 352.938 tons fyri makrel; 588.004 tons fyri norðhavssild og 1.064.191 tons fyri svartkjaft.

Í seinastu viku vóru samráðingar um svartkjaft og norðhavssild og hesa vikuna hava samráðingarnar um makrel verið á skrá. Undir hesum samráðingunum viðgjørdu strandarlondini eisini lívfrøðiligu útbreiðslufrágreiðingarnar, veiðuhagtøl o.a. Harafturat hava umboð fyri ICES luttikið og lagt ráðgevingarnar fyri 2027 fram.

Strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Ísland og Noreg eru samd um at hittast aftur í London 1.og 2. desember til samráðingar um eitt nýtt framtíðar býti fyri svartkjaftastovnin.

Strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg eru somuleiðis samd um at hittast aftur til samráðingar í London 3. og 4. desember við tí endamáli at fáa hini strandarlondini við í makrelsemjuna millum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg, skrivar Fiskimálaráðið.

Luttakandi londini í London hesar báðar vikurnar vóru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder