Uppsjóvarskipið Birita skal seljast við kvotum, og tað er ein støða sum Kappingareftirlitið nú skal góðkenna.
Kappingareftirlitið hevur móttikið fráboðan um, at P/f Jókin og P/f Vestmanna Fiskavirki í felag hava gjørt avtalu við Sp/f Gráastein um keyp av uppisjóvarskipinum "Birita" við tilhoyrandi veiðiloyvi og øllum fiskirættindum.
Eftir ætlan verða fiskirættindini býtt millum keypararnar, P/f Jókin og P/f Vestmanna Fiskavirki, og gagnnýtt av teimum skipum, sum keypararnir frammanundan eiga.
Talan er um eina yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1, er talan um eina yvirtøku, sum kemur undir fráboðanarskylduna í § 16, stk. 1.
Tað var tann 15. oktober at Fiskimannafelagið skrivaði á heimasíðu síni at P/f Jókin og P/f Vestmanna Fiskavirki ætlaðu at keypa Biritu við kvotum, og at keyppsprísurin liggur um 250-300 milliónur krónur.
Birita kom í føroyska flotan í 2021, og talan var um kvotur til ítøkuligt skipakeyp, sum er grundarlagið hjá felagnum, sum felagið fekk tillutað frá landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald