Fyrrapartin leygardagin bjóðar Navigare Shipping til almenna móttøku í Søldafirði í sambandi við, at Hav Fles, annar nýbygningurin hjá reiðarínum, kemur á Søldarfjørð. Í hesum sambandi verður eisini skipsdópur.
Við Hav Fles tekur Navigare Shipping enn eitt týðandi stig í menningini og endurnýggjanini av flotanum. Fyrr í ár tók reiðaríið ímóti Hav Leiti, fyrsta nýbygninginum í 60 ára longu søgu felagsins. Nú kemur systurskipið Hav Fles, og tvey nýggj skip eru afturat á veg, sum verða yvirtikin í komandi ár.
Nýggju skipini eru eisini eitt stórt stig á leiðini móti meira burðardyggum sjóflutningi. Við tað, at skipini flyta størri nøgdir og hava minnið oljunýtslu, verður útlátið fyri hvørt flutt tons munandi lægri samanborið við onnur skip hjá reiðarínum.
Nýggju tilgongdirnar hjá felagnum styrkja bæði kappingarførið hjá felagnum, og gevur betri møguleikar at bjóða kundum burðardyggan flutning, umframt at umstøðurnar hjá sjófólkunum verða munandi betri.
Á almennu móttøkuni verður skipsdópur, røður og horntónleikur. Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og ábit verður at fáa.
Almenna móttøkan og skipsdópurin verður í Søldafirði leygardagin 7. november klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald