2026-11-05 08:27
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hevur umleið 3.000 tons við til lands, sum skal landast til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjól og lýsi, og síðani til fóður.
Tá ið Christian í Grótinum hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald