Innanlands

Broytt skipan í fleiri hummaraøkjum

Tey, sum hava loyvi at royna eftir hummara í økinum, kunnu halda fram, tað sum er eftir av árinum, hóast tey hava rokkið hámarkinum, sum er ásett í loyvinum.

2026-11-06 07:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum báti, sum hevur hummaraloyvi í økjunum Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og Kaldbaksfirði í 2026.

Sostatt kunnu tey, sum hava loyvi at royna eftir hummara í økinum, halda fram, tað sum er eftir av árinum, hóast tey hava rokkið hámarkinum, sum er ásett í loyvinum.

Broytingin fær gildi 10. november 2026.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder