2026-11-12 16:51
Reiðaríið aftanfyri uppsjóvarskipið Katrin Jóhonnu hevur keypt nýggjari skip.
Tað var í oktober at reiðaríið seldi undanfarnu Katrin Jóhnnu til Noregs, og nú er eitt avloysaraskip keypt ístaðin.
Talan er um skotska uppsjóvarskipið Quantus, sum er bygt í 2008, og sum er góðar 65 metrar langt og 14,2 metrar breitt.
Hvat skipið er keypt fyri er ikki váttað, men keldur, sum Portalurin hevur tosað við siga, at keypsprísurin liggur um 40 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald