2026-11-18 16:08
Seinnapartin var verjuskipið Tjaldrið aftur at síggja siglandi. Leiðin gekk av skipasmiðjuni MEST í Havn og inn á Skálafjørðin, har Tjaldrið seinnapartin og í kvøld roynir motorin fyri at vita um alt riggar, sum tað skal.
- Vit sigla aftur og fram eina løtu við ymsum belastningi á motorinum, og higartil sær alt fínt út, sigur Símun Hannus Johannesen, skipari, av brúnni á Tjaldrinum.
Um alt gongur sum tað skal, so væntar Símun Hannus, at Tjaldrið kann setast í vanliga tænastu aftur í morgin ella ovurmorgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald