2026-11-20 12:25
Uppsjóvarskipið Arctic Voyager er komið inn við 2.000 tonsum, sum skulu landast í Fuglafirði.
Arctic Voyager hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og svartkjafturin skal landast til Havsbrún í Fuglafirði.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald