Innanlands

Finnur Fríði landar á Tvøroyri

Finnur Fríði landar 600 tons av svartkjafti á Tvøroyri.

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-11-21 08:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði er komin á Tvøroyri, har skipið skal landa.

Finnur Fríði hevur verið á svartkjaftaveiðu vestanfyri Føriyar hendan túrin, og veiðan verður landað til matna hjá Varðanum Pelagic.

Í løtuni eru Tróndur í Gøtu og Vestmenningur á svartkjaftaveiðu vestanfyri, meðan Høgaberg og Jupiter eru á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder