2026-11-26 14:53
Uppsjóvarskipini Jupiter og Vestmenningur hava landað svartkjaft í Fuglafirði.
Jupiter landar 1.500 tons til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vestmenningur hevur 720 tons tilsamans, har ein partur skal landast til matna hjá Pelagos, og restin til matna hjá Vestmanna Seafood.
Jupiter fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa, og Vestmenningur hevur nú fiskað kvotuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald