Uttanlands

Fiskaaling á altjóða ráðstevnum

Stórur áhugi var fyri føroysk granskingarúrslit, tá lívfrøðingar frá Biotøknideildini á Fiskaaling løgdu fram á tveimum altjóða ráðstevnum í Noregi

2019-10-02 15:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lívfrøðingar frá Biotøknideildini á P/F Fiskaaling luttóku á ráðstevnu í Oslo við heitinum “Mucosal Health in Aquaculture”. Her var serligur dentur á kanningar av tarmi og slipu hjá ymiskum fiskasløgum í mun til heilsu og trivnað. Hetta snýr seg m.a. um, hvussu immunverjan hjá ymiskum fiskasløgum arbeiðir í mun til ymiskar umstøður, eins og ymiskt fóður varð nógv viðgjørt.

Ása Jacobsen frá Fiskaaling legði fram og greiddi frá bakteriusamfeløg í slipu og øðrum hjá villum og aldum rognkelsum. Rættuliga stórur áhugi var fyri júst rognkelsum, tí so lítið er til av vitan um teirra immunverju og føðslutørv.

Heidi Mortensen frá Fiskaaling vísti fram ein postara um mátingar av kortisoli í slipu hjá laksi. Hetta vakti stóran áhuga á ráðstevnuni, tí á henda hátt ber til at kanna strongd hjá fiski skjótt og lætt uttan at drepa hann, soleiðis sum annars er vanligt at gera.

Síðani skipaði Nordic Marine Phytoplankton Group (NOMP) fyri eini verkstovu (workshop) í Arendal. Fiskaaling er nýliga farið undir at kanna mikroalgur á firðunum í samstarvi við vinnuna. Verkstovan var tí eitt sera gott høvi at fáa vitan um nýggjastu granskingina í Norðurlondum og at fáa samband við serkøn fólk á økinum.

Hóast hetta er eitt nýtt øki hjá Fiskaaling, so kunnu royndir, sum Fiskaaling hevur frá arbeiði við bakteriusamfeløgum, væl nýtast í hesum høpi. Ása Jacobsen frá Fiskaaling var boðin við til at hava eina framløgu um byrjunararbeiðið við mikroalgunum á føroysku firðunum. Arbeiðið higartil og framtíðarætlanirnar hjá Fiskaaling á hesum økinum vístu seg at vera rættuliga væl í tráð við arbeiðsgongdina í hinum Norðurlondunum.

NOMP er ein bólkur, ið hittist árliga. Fiskaaling fer helst at luttaka aftur á verkstovuni aftur í 2020.

- Fiskaaling

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder