Innanlands

Hoyvík landar sild í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið Hoyvík kom á Fuglafjørð í gjár

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-10-17 07:44 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hoyvík hevur verið á sildaveiðu norðanfyri, og veiðan verður landað til Pelagos í Fuglafirði.

Teir hava umleið 900 tons av sild, sum teir skulu landa til Pelagos, og upplýst verður at talan er um góða stødd - umleið 400 gramm í miðal.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu norðanfyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder