Jákup B farin fyrsta túrin

Línuskipið Jákup B fór sín fyrsta túr í nátt

Mynd: Óli M Lassen framman fyri nýggja Jákup B (Mynd: Óli M lassen)

Mynd: Óli M Lassen framman fyri nýggja Jákup B (Mynd: Óli M lassen)

2020-01-04 18:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línuskipið Jákup B, sum felagið EFHO P/f hevur keypt, fór í nátt til fiskiskap norðanfyri Føroyar.

- Skipið loysti klokkan fýra í nátt, og við umborð vóru 16 spentir mans, nú teir hava fingið nýtt skip at fiska við, sigur Óli M. Lassen, reiðari.

Talan er um fyrrverandi Klakk, sum er seldur til annað felag í Klaksvík, í samband við at ein nýggjur Klakkur er keyptur úr Norra.

Óli M. Lassen, reiðari, sigur í viðmerking, at tað er serliga møguleikin at frysta veiðuna umborð, sum ger hetta so spennandi.

[object Object]Tá Jákup B loysti í nátt (Mynd: Óli M. Lassen)

- Gamli Jákup B varð bygdur í 1960, og hesin er frá 1989, so talan er er um eitt skip, sum er knapt 30 ár yngri enn undanfarni Jákup B, so hetta er nakað heilt annað.

Reiðarin sigur, at prísurin á frystari hýsu eisini er betri enn á feskari, og tað er eitt gott grundarlag, umframt, at man nú eisini kann vera longri burtur, av tí at veiðan verður fryst umborð.

Óli M. Lassen ynskir ikki at upplýsa keypsprísin.

Ætlanin er at hálv onnur manning skal verða knýtt at skipinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder