Innanlands

Sleppa ikki at fiska meira makrel í ES-sjógvi

Vørn boðar frá, at felags atgongdin at fiska makrel í ES-sjógv í 2020, sum var 12.806 tons, er fiskað

Restina av makrelfiskiskapi undir føroyskum flaggi í 2020 verður uttanfyri ES-sjógv (Mynd: Sverri Egholm)

Restina av makrelfiskiskapi undir føroyskum flaggi í 2020 verður uttanfyri ES-sjógv (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-05 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vørn skrivar í dag á heimasíðu sínari:  

- Sambært kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020, var felags atgongdin at fiska makrel í ES-sjógvi 12.806 tons. Hesi tonsini eru nú fiskað og tískil kunnu skip ið høvdu part í felags atgondini, ikki fara til fiskiskap eftir makreli í ES-sjógvi.

Les eisini: Uppsjóvarskipini rokast í ES-sjógvi

Í útvarpstíðindum klokkan 14 varð sagt, at øll tey føroysku nótaskipini uttan Fagraberg og Norðberg, hava roynt eftir makreli vestanfyri Hetland í nýggjá árinum, og at øll longu eru fullfermd.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder