Innanlands

12 ár millum seinasta og næsta nýbygning

Tað skuldu ganga 12 ár áðrenn føroyingar aftur fáa ein nýbygning

Savnsmynd (Mynd Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd Jens Kr. Vang)

2020-02-20 06:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Á kjakfundinum á Torradøgunum í gjár kunngjørdi Hanus Hansen, reiðari, at JFK hevur skrivað undir sáttmála uppá ein nýbygning fyri Gadus.

Talan verður um ein stóran og framkoman trolara, sum skal lasta 1400 tons, og kostar 400 milliónur krónur at byggja.

Trolarin skal byggjast í Turkalandi, har fleiri líknandi trolarar eru bygdir seinastu tíðina.

Seinast eitt føroyskt reiðarí bygdi eitt nýtt skip var í 2010, tá ið Varðin í Gøtu fekk núverandi Trónda í Gøtu handaðan frá donsku skipasmiðjuni Karstensens Skibsværft, í Skagen. Sostatt eru tað 12 ár síðani, at føroyingar fingu seinasta nýbygningin til tann næsta. Um alt tó gongur sum ætla.

Hanus Hansen segði, at nýggi trolarin eftir ætlan skal stevna á Klaksvík fyri fyrstu ferð á Sjómannadegnum í 2022.

Seinasti nýbygningur hjá JFK kom í 2003

Seinasti nýbygningurin, sum JFK-samtakið lat byggja var Skálaberg, sum varð bygdur í Norra í 2003. Talan var tá um ein tann størsta og mest framkomna trolaran av sínum slag í heiminum, men hann fekk ikki nógv ár í føroyska flotanum. 

JFK seldi trolaran til Argentina í 2010, og longu í 2012 seldu nýggju eigararnir skipið til Íslands. Stutt eftir varð skipið selt til Grønlands, og nú hevur tað heimstað í Murmansk í Russlandi.

Í sambandi við at JFK seldi Skálaberg til Argentina, keypti felagið norska flakatrolaran Gadus, sum kom í flotan í 2010.

Stutt áðrenn JFK seldi Skálaberg av landinum, seldi reiðaríið Sundaberg til Russlands.

Felagið keypti so Haki úr Grønlandi, sum felagið hevði átt fyrr, sum nú fekk navnið Sjúrðarberg, og skuldi fiska fyri Sundaberg.

Hanus Hansen hevði ongar viðmerkingar til nýggja trolaran, men skipið kostar 400 milliónur krónur at byggja, og fer at lasta 1400 tons av flaki, olju og mjøli.

[object Object]Skálaberg, sum JFK bygdi í 2003, hevur í dag heimstað í Russlandi

[object Object]
Sundaberg, sum JFK bygdi í 1988

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder