Føroyski Barentshavsflotin miðalaldur upp á 30 ár

Tey trý føroysku reiðaríini, sum eiga kvotuna í Barentshavinum, hava øll boðað frá at tey byggja nýggj skip. Miðalaldurin kann fara úr 30 árum niður á 7,5 ár

Akraberg (Savnsmynd: Tórik Ábraham Rouah)

Akraberg (Savnsmynd: Tórik Ábraham Rouah)

2020-06-14 08:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tey trý reiðaríini Farcod, sum eigur Enniberg, JFK Trol, sum eigur Gadus og Framherji, sum eigur Akraberg byggja skip fyri 1.1 milliard.

Allir tríggir trolararnir skulu latast reiðaríunum í 2022.

Meðan núverandi Gadus og Akraberg skulu seljast av landinum tá ið avloysara skipini koma, økir samtakið Farcod um flotan við einum skipið.

Samtakið Farcod hevur ikki átt tvey skip síðan 2005 tá ið reiðaríið seldi Ljósafellið, sum fekk navnið Ran, men framhaldandi varð verandi í føroyska flotanum.

Farcod keypti fyri tíð síðan felagið Pf Havborg, sum hevði rækjukvotu, og tað eru hesar kvoturnar, sum nýbygningur skal fiska, tá ið skipið verður handað í 2022.

Tað er mest sannlíkt, um marknaðurin er sum hann er nú, at bæði núverandi Gadus og Akraberg verða seldir til Russlands, sum hevur keypt nógvar av frystitrolarunum, sum okkara grannalond hava selt seinastu tíðina, av tí at tey hava bygt nýggj skip.

[object Object]JFK í Klaksvík eigur Gadus

Farcod boðaði í gjár frá, at felagið, sum eigur feløgini Pf Enniberg, sum eigur og rekur flakatrolaran Enniberg og Pf Havborg, sum Enniberg eisini fiskar kvoturnar hjá, at tað fer at byggja ein nýggjan og framkomnan verksmiðjutrolara í Turkalandi, sum verður útgjørdur til rækjuveiðu og botnfiskaveiðu.

[object Object]Farcod eigur Enniberg, sum framhaldandi verður í flotanum eftir at samtaki fær handað ein nýbygning í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

Trolarin skal tó fyrst og fremst fiska rækjur, og tí verður Enniberg verandi í flotanum, og skal fiska botnfiskakvoturnar í Barentshavinum.

Tá ið tríggir nýbygningar koma í flotan, og tveir trolarar verða seldir av landinum, fer miðalaldurin á Barentshavsflotanum úr 30 árum niður á 7,5 ár. Ein miking við 22,5 árum. Um vit so siga at nýggi trolarin hjá Farcod einans fiskar rækjur fyrstu tíðina, verður miðalaldurin null ár, sum er eitt tal, sum vit ongantíð áður hava upplivað í nøkrum skipabólki í flotanum.

Seinast vit fingu ein nýbygning til botnfiskaveiðu í Barentshavinum var fyri 17 árum síðan tá ið JFK fekk handað seinasta Skálaberg á skipasmiðju í Norra. 

Greinin er rættað klokkan 9.35.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder