placeholder
Uttanlands

Danskur kvotakongur ákærdur fyri svik

Skákaði sær uttan um hámarksreglurnar við eitt nú at keypa kvotur upp á eina jollu hjá konuni

Gitte Henning, sum nú er partur av føroyska uppsjóvarflotanum, er eitt av skipunum, sum Henning Kjeldsen í Skagen hevur latið byggja (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gitte Henning, sum nú er partur av føroyska uppsjóvarflotanum, er eitt av skipunum, sum Henning Kjeldsen í Skagen hevur latið byggja (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2020-06-24 17:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski statsadvokaturin fyri serlig fíggjarlig lógarbrot, SØIK, eisini kallað bakmanspolitiið, hevur nú ákært ein av størstu reiðarunum í Danmark fyri brot á reglurnar um fiskikvotur.

Tað skrivar Berlingske Tidende í dag.

Tíggju persónar eru undir ákæru, teirra millum grannskoðari og advokatur. Høvuðspersónurin í ákærunum er tó Henning Kjeldsen, reiðari í Skagen, sum verður mettur at vera tann ríkasti inna fiskivinnuna í Danmark. SØIK hevur reist ákæru móti tíggju persónum í hesum kvotamálinum. Ákæran byggir á, at tilvitað svik móti kvotareglunum, so at einstaka reiðaríið hevur fingið hendur á fleiri kvotum enn loyvt er, skrivar Berlingske.

Hetta er gjørt við strámannavirksemi, skilt á tann hátt, at Henning Kjeldsen í veruleikanum hevur verið eigari av fleiri feløgum, sum hava fingið hendur á fiskikvotur.

Bakmanspolitiið leggur upp til at taka loyvi frá høvuðsmanninum at reka fiskivinnu, eina og kravt verður at advokaturin og grannskoðarin missa síni loyvi eisini.

Í málinum um Henning Kjaldsen verður nógv skrivað um eina hálvan sætte metra langa jollu úr glastrevjum, sum kona Henning Kjeldsen, Birthe Kjeldsen, keypti umvegis eitt nýstovnað felag, Nordstrand Fiskeri, fyri 100.000 krónur.

Við Nordstrand Fiskeri gjørdist Birthe Kjeldsen stórreiðari, tí felagið varð ført fyri at keypa upp kvotur til eitt virði á langt oman fyri 100 milliónir krónur, hóast jollan ongantíð fangaði ein stert.

Í veruleikan var tað alla tíðina Henning Kjeldsen, sum skaffaði sær fiskirættindini, ljóðar ákæran. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder