Innanlands

Enn ein flakatrolari til Klaksvíkar

Hava keypt fyrrverandi Akraberg, sum fær navnið Sjúrðarberg

(Mynd: shipspotting.com)

(Mynd: shipspotting.com)

2020-06-29 14:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

JFK hevur keypt flakatrolaran Dorado at fiska kongafisk í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar umframt tosk í Barentshavinum.

Tað veit Norðlýsið at siga.

Skipið fer væntandi til fiskiskap í august.

Talan er um fyrrverandi Akraberg, sum nú fær gamla JFK-navnið navnið Sjúrðarberg.

Gadus og Sjúrðarberg skulu fiska kvotuna hjá felagnum til nýggi Gadus kemur um tvey ár, skrivar Norðlýsið. 

Trolarin er upprunaligi Skálafjall, ið varð smíðaður á Skála í 1987. Hann hevði eisini nøvnini Beinir og Akraberg áðrenn hann varð seldur av landinum og hevur havt nøvnini Polonus, Tunu og nú Dorado og skrásettur í Gdynia í Polandi.

placeholder
placeholder