- Hetta er sum at fara langt fram í tíðina

Tað sigur Finnbjørn Mikkelsen, sum nú er annar av skiparunum umborð á Trónda í Gøtu

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-07-04 08:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

- Hetta er eitt fantastiskt skip, sigur Finnbjørn Mikkelsen, sum er annar av skiparunum í nýggju manningini á Trónda í Gøtu.

- Jupiter var eisini eitt gott skip, og skipið hevur fiskað væl, men tað er stórur munur at fara frá einum 26 ára gomlum skipið og umborð á eitt 10 ára gamalt, sigur Finnbjørn Mikkelsen, skipari.

Fyrr í summar seldi reiðaríið Varðin í Gøtu Jupiter til Kollafjørð, og manningin á Jupiter skuldi umborð á Trónda í Gøtu, sum nú er farin aftur í vinnu.

Jupiter er bygdur í 1994, meðan Tróndur í Gøtu er bygdur í 2010. Manningin, sum var knýtt at Trónda í Gøtu er farin umborð á Gøtunes, sum er fyrrverandi Gitte Henning, og sum reiðaríið ognaði sær í fjør.

Tað var síðsta summar, at girið á Trónda í Gøtu fór, og greitt var, at skipið fór at liggja í eitt gott ár. Reiðaríið gjørdi skjótt av, og leigaði Gitte Henning úr Skagen, sum skuldi fiska kvoturnar hjá Trónda í Gøtu, meðan skipið skuldi umvælast. Seinni keypti Varðin í Gøtu skipið, sum fyri kortum fekk navnið Gøtunes.

Samstundis sum Tróndur í Gøtu bleiv umvældur, seldi Varðin Jupiter, sum var elsta skipið hjá felagnum, men tó í góðum standi, og sá reiðaríið nú grundarlag fyri at hava Gitte Henning 1 verandi í flotanum.

Manningin, sum var knýtt at Trónda í Gøtu skal vera verandi umborð á Gøtunes, meðan manningin, sum var umborð á Jupiter, er farin umborð á Trónda í Gøtu, sum nú ger makrelkanningar fyri Havstovuna.

[object Object]
Finnbjørn Mikkelsen á brúnni á Jupiter (Privat mynd)

Finnbjørn sigur, at størsti munurin er, at Tróndur í Gøtu er eitt størri skip, sum lastar nakað meira enn Jupiter, umframt at Tróndur í Gøtu larmar minni, og umstøðurnar hjá manningini eru betri.

- Tað kann ikki samanberast, og vit eru ógvuliga spentir at sleppa at royna skipið. Hetta er sum at sigla við Smyrli, sigur ein spentur skipari.

Tróndur í Gøtu fór út fyrr í vikuni, og gera teir kanningar fyri Havstovuna sunnanfyri Føroyar, har fimm onnur skip frá ymsum londum eisini skulu vera við í kanningini.

Makrelfiskiskapurin plagar at byrja um hálvan august. Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini fiskað svartkjaft, men tann vertíðin er við at vera av.

Nøkur fá skip eru tó eftir, sum royna eftir svartkjafti, men fiskiskapurin er sera smáligur í løtuni.

 

placeholder
placeholder