Borgarin landar 1400 tons í Fuglafirði

Borgarin kom á Fuglafjørð í morgun

Savnsmynd (Mynd: Føroyska SJómansmissiónin)

Savnsmynd (Mynd: Føroyska SJómansmissiónin)

2020-07-14 22:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Fuglafjørð , í morgun, har teir skulu landa.

Teir hava fiskað svartkjaft norðanfyri Føroyar, og hava 1400 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin.

Uppsjóvarskipið Norðingur landaði í gjár umleið 1700 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Teir eru nú givnir við svartkjaftinum fyri summarið, og liggja á Klaksvík. Tí kunnu vit gita okkum til, at Borgarin nú eisini gevst við svartkjaftinum á hesum sinni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder