Innanlands

Kambur seldur til Vestmannar

Talan verður um fyrsta fyrstilínuskipið, sum er skrásett í Vestmanna

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-09-14 11:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línuskipið Kambur, sum seinastu árini, hevur havt heimstað á Strondum er selt til Vestmanna, og skal avloysa línuskipið Vesturhavið.

- Ja, vit hava keypt skipið, og nú er tilsøgnin komin úr Fiskimálaráðnum, og endaligur sáttmáli er undirskrivaður, og vit yvirtaka skipið um miðjan oktober, sigur Háldan Haldansen, reiðari.

Reiðarin sigur, at Kambur fer at skifta navn til Vesturhavið, og arbeitt verður við at selja núverandi Vesturhavið, sum er bygt í 60’unum, og reiðarin vísur á, at fyrispurningar eru komin uppá skipið, men enn er einki ítøkiligt.

- Við nýggja Vesturhavinum kunnu vit nú frysta veiðuna umborð, og hetta gevur okkum munandi betur grundarlag.

- Vit hava nú møguleika at fara á Flemmish Kap, og Eysturgrønlands, umframt at vit nú kunnu gera ein longri túr undir Íslandi, heldur enn tríggjar smærri túrar, sigur Háldan Haldansen, sum er spentur uppá nýggja skipið.

Háldan sigur víðari, at arbeitt hevur verið í eina tíð við at finna eitt annað skip, og at Kambur er eitt gott avloysara skip fyri Vesturhavið.

- Skipið er í føroyska flotanum, og tað er klassað, sum ger tað munandi lættari hjá okkum. Vit skulu bara skifta ognarskapin, og so er klárt at fara til fiskiskap, sigur reiðarin, sum sigur at hetta er eitt passaligt lop hjá teimum.

- Vit fara frá einum eldri línuskipið, sum tó í góðum standi til eitt skip, sum er umleið 25 ár yngri.

Kambur hevur fingið eina umvæling í apteringini, og sum heild er skipið í góðum standi. Eitt nú er nýggj frysting sett í 2014.



Háldan Haldansen, reiðari, sigur stutt til endans, at teir ikki ynskja at upplýsa søluprísin, men at teir eru nøgdir. 

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder