Innanlands

Sildafiskiskapurin tekur seg spakuliga upp aftur

Flestu skipini fiska sild í føroyskum sjógvi, tó er okkurt í íslendskum sjógvi eisini

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-17 20:09 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroysku uppsjóvarskipini hava havt svingandi fiskiskap seinastu tíðina.

Finnur Fríði hevur júst landað umleið 900 tons av góðari sild til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Teir hava fiskað sildina í føroyskum sjógvi, og fóru aftur til fiskiskap tá ið liðugt var at landa.

[object Object]

Fagraberg - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Fagraberg hevur landað eina last á 500 tons av sild til Pelagos í Fuglafirði, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi. Teir fóru aftur til fiskiskap í gjár.

 Í nátt kom uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna á Vestmanna, har teir skulu landa millum 600-700 tons av sild, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi. Talan er um góða stødd, yvir 400 gramm í miðal.

Teir skulu landa veiðuna til Vestmanna Seafood í Vestmanna.

[object Object]

Katrin Jóhanna - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder